Øll upplýsingarkerv skráseta sjálvvirkandi hvør ritar inn og hvør ritar út. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at logga allar rørslur í upplýsingakervinum, sum hava týdning fyri upplýsingartrygdina. Loggingin er harumframt neyðug fyri, at kervið skal virka. Serliga ber hetta í sær eina skyldu at logga nýtslu hjá skrásettum og royndir hjá óskrásettum at nýta kervið.
Dátueftirlitið mælir til, at arbeiðspláss hava reglur fyri at nýta upplýsingakervið. Starvsfólkini eiga at verða kunnað um hesar reglur og avleiðingarnar av at bróta tær. Tað er ikki uppgávan hjá Dátueftirlitinum at gera av, hvørjar fylgjur brot á tílíkar reglur eiga at fáa fyri starvsfólkini.
Um arbeiðsgevarin gerst varugur við, at upplýsingakervið verður misnýtt, kann hann geva boð um, at eftirlit verður havt við, hvør misnýtir upplýsingakervið, um hetta ikki heldur uppat innan eina ávísa freist. Um misnýtslan ikki er hildin uppat innan givnu freistina, kann arbeiðsgevarin uttan loyvi frá starvsfólkunum, gjøgnum loggin finna út av, hvør stendur aftanfyri. Í tílíkum føri er tað ein fyritreyt, at boðini/kunningin frá arbeiðsgevaranum eru komin til starvsfólkini í góðari tíð. Persónsverndin hjá starvsfólkinum kemur tá at viga minni enn grundaði áhugin hjá arbeiðsgevaranum í eftirlitinum. Upplýsingarnar, sum koma fram, kunnu møguliga verða brúktar móti starvsfólkinum t.d. í einum arbeiðsrættarmáli. Í tílíkum førum eru aðrar reglur galdandi enn persónsupplýsingarlógin.
Um loggurin bendir á revsiverd viðurskifti, t.d. róður á alnótini eftir barnaporno, skal løgreglan altíð verða varskógvað.
Arbeiðsgevarin kann soleiðis ikki av sínum eintingum kanna, hvussu nógva tíð hvør einstakur brúkar á alnótini, ella hvørjar síður verða vitjaðar.