Álitisfólk
Álitisfólkini eru ein sera týdningarmikil liður í arbeiði felagsins. Sum umboð felagsins er tað tey, ið starvsfólk venda sær til í truplum støðum og við spurningum.
Tey eru andlit felagsins úteftir, bæði yvir fyri limum, leiðslum og arbeiðsplássum sum heild.
Hetta fáa álitisfólk
- Grundútbúgving, skipað í tveimum grundskeiðum á tveir dagar til hvørt skeið
- Luttøku á tveimum álitisfólkafundum um árið, í arbeiðstíð við løn
- 1 eyka lønarstig í lønartalvuni (galdandi fyri land og kommunur)
- ella fasta upphædd í eyka løn til felagsálitisfólkið (galdandi fyri Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn)
Álitisfólkaverjan
- Álitisfólk hava serliga verju móti uppsøgn
- Longd uppsagnartíð í mun til aðrar limir
- Uppsøgn av álitisfólki er álvarsamt mál, ið skal viðgerast á sáttmála- og leiðslustigi
Leikluturin sum álitisfólk
Uppgávan mótvegis limum
- Vera sjónlig/ur og kunna limir regluliga um semjur, tiltøk og onnur felagstíðindi
- Kenna sáttmálan og aðrar avtalur
- Ansa eftir at lógir, reglur og sáttmálar verða hildin í sáttmálaøkinum
- Tryggja at starvsfólkini verða hoyrd og hava ávirkan á arbeiðsplássinum
- Arbeiða fyri at fáa hugskot hjá limum við, bæði í tí dagliga og tá nakað nýtt skal setast í verk
- Stuðla limunum og søkja loysnir í møguligum ósemjum
- Umboða limirnar í starvsfólkamálum
- Skapa sambond millum limir, leiðslu og aðrar partar
Uppgávan mótvegis leiðsluni á arbeiðsplássinum
- Virka fyri góðum samstarvi millum leiðslu og starvsfólk
- Hava samskifti við leiðsluna og bera boðskap víðari
- Arbeiða fram ímóti semjum
- Vera framskygd/ur og halda seg framat við hugskotum
- At fáa ávirkan á avgerðir
- Vera við, tá ið nýggj átøk skal setast í verk
- Vera við, tá ið bygnaðarbroytingar verða settar í verk
Sambandið við Starvsfelagið
- Sum álitisfólk hevur tú tætt samband við felagið
- Tú ert í tøttum samstarvi við felagið í starvsfólkamálum á arbeiðsplássinum
- Tú handar felagnum sáttmálakrøv vegna limirnar
- Tú verður hoyrd/ur í samband við sáttmálasamráðingar
- Tú upplýsir onnur starvsfólk um fyrimunir við at vera limur
- Tú arbeiðir fyri at fáa fleiri at gerast limir
Reglugerð
Les reglugerðina fyri álitisfólk her
Tilfar til álitisfólk
Faldari um leiklutin sum álitisfólk
Kann prentast 2-síðað og faldast. Hent at geva starvsfólkum, tá álitisfólk skulu veljast.
Vegleiðing um dátuvernd
Framløgur frá álitisfólkafundum
11. septembur 2024:
Leikluturin sum hjásiti
Arbeiðsumhvørvi og arbeiðsskaðar
Íkastið hjá Starvsfelagnum til 17 heimsmálini