Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Nevndarlimur: Strongd er ein felags ábyrgd

Les greinina hjá Borgný Mohr

Fyrsti álitisfólkafundur í 2025

Les um álitisfólkafundin her

Eitt spennandi ár fyri framman

Les hugleiðing frá næstforkvinnuni

Gerst limur í Starvsfelagnum

Soleiðis gert tú

Tá sparingar raka starvsfólkini

Hergeir Staksberg, nevndarlimur, hugleiðir

Starvsfelagið gerst grønari

Les um okkara átøk
Tíðindi
GRUNDLÓGARDAGUR 5. JUNI

GRUNDLÓGARDAGUR 5. JUNI

Í dag er grundlógardagur, sum er hálvur frídagur hjá teimum, sum arbeiða eftir sáttmála hjá Starvsfelagnum. Hetta merkir, at eftir kl. 12 hava starvsfólk frí. Verður arbeitt eftir kl. 12, verður hetta samsýnt við tí hægra yvirtíðargjaldinum í sátt...
5. Juni 2025
Nevndarlimur skrivar: Strongd er ein felags ábyrgd

Nevndarlimur skrivar: Strongd er ein felags ábyrgd

Strongd er ikki einans trupuleikin hjá tí einstaka – tað er ein felags ábyrgd Eg stillaði upp til nevndarval í 2020, tí eg brann fyri at gera mun og betra um arbeiðsumstøðurnar hjá limunum í Starvsfelagnum. Eg ynskti at virka fyri, at limirnir fin...
30. Mai 2025
Álitisfólkafundur 2025

Álitisfólkafundur 2025

Ársins fyrsti álitisfólkafundur varð hildin í Smæruni mánadagin 26. mai, og uppmøtingin var sera góð – sløk 80 álitisfólk møttu. Formaður felagsins, Súni Selfoss, legði fyri við at bjóða vælkomin og kunna um ymiskt, sum hevur verið á skránni síðan...
28. Mai 2025
Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Limahandbókin
Tá starvið byrjar
Í starvi
Úr starvi

Skulu øll størv lýsast leys? Hvat skal standa í starvslýsingini, og hvar skal lýsingin standa? Hvør skal hava starvið, tá ið fleiri hava søkt? Hvør hevur krav um at fáa setanarprógv, og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag, tá tey hava søkt eitt starv?

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørjar reglur eru galdandi, tá ið landið, kommunurnar og kommunalir felagsskapir seta fólk í starv.

Ert tú í iva um, hvørt starvssetanin er í lagi ella ikki, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið.

Seinast dagført: 5. sep. 2022

At lýsa eftir starvsfólki
At seta starvsfólk
Setanarskrivið

Hvussu er rættarstøðan, tá ið starvsfólk verða sjúk, fara heim í barsil ella ynskja at sleppa í farloyvi? Kann arbeiðsgevarin broyta arbeiðsuppgávurnar og flyta arbeiðsplássið, sum honum lystir? Er lønin røtt? Hvussu frítt kann arbeiðsgevarin leggja arbeiðstíðina, og nær gevur tað yvirtíð? Hvønn rætt hava starvsfólk at fara í feriu? 

Hesin parturin snýr seg um rættindi og skyldur, tá ið tú ert í starvi. Talan kann vera um nógv og ymisk viðurskifti undir setanini, og ætlanin er, at tað, sum frálíður, skulu koma fleiri evnir afturat so hvørt.

Ert tú í iva um tíni viðurskifti og rættindi, verður tú biðin um at ráðføra teg við felagið um støðuna.

Seinast dagført: 6. okt. 2022

Sjúkrafrávera
Barsilsfarloyvi
Veðurforfall
Arbeiðstíðin
Lønin
Frítíðin
Tá ið starvið broytist

Nær kann arbeiðsgevarin siga starvsfólki úr starvi? Hvønn rætt hevur tú til uppsagnartíð, og kanst tú arbeiða í uppsagnartíðini? 

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi, skyldur og viðurskiftini annars, sum galda, tá ið tú gevst á einum arbeiðsplássi. Tað kann vera, tí at arbeiðsplássið ætlar at siga teg úr starvi, ella tí at tú sjálv/-ur ætlar at siga upp.

Reglurnar um burturvísing verða eisini umrøddar. Eins og møguleikin fyri at gera eina fráfaringaravtalu, sum kann koma í staðin fyri eina uppsøgn ella eina burturvísing.

Seinast dagført: 17. okt. 2022

Uppsøgn
Burturvísing
Fráfaringaravtalur