Nógvir av limunum í Starvsfelagnum arbeiða í ólagaligum tíðarskeiðum, tá ið onnur hava frí. Talan er um t.d. kringvarpsfólk, sløkkiliðsfólk, starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni og starvsfólk á røktarheimum.
Fyri hesi starvsfólk skal gerast vaktarskema, so at starvsfólkini vita hvussu tey fara at arbeiða komandi tíðarskeið.
Almenna meginreglan um vakarseting er í §§ 20, stk 1 og 23, stk. 1 í sáttmálunum við ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fyrivarni verður tikið fyri, at serlig viðurskifti eru fyri limirnar, sum sigla við Strandferðsluni, Havstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum og lutvíst eisini starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni.
Eftir almennu meginregluni skal vaktarætlanin
-
fevna um eitt tíðarskeið, har meðalarbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum (fyri starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni tó 40 tímar og hjá SEV 37 tímar)
-
upplýsa 3 vikur frammanundan hvussu starvsfólk skulu arbeiða og nær tey hava frí, tó ikki avloysarar og tímalønt
Vaktarskipanin má ikki verða broytt uttan undir heilt serligum umstøðum. Tað skal verða gjørt við eini 72 tíma freist, tó 48 tíma freist hjá teimum í sjúkraflutningstænastuni. Verður freistin ikki hildin, gevur hetta eyka samsýning, sum kemur afturat vaktargjaldinum.
Sí §§ 20, stk. 2 og 23, stk. 2 í sáttmálunum við ávikavist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Starvsfólk, sum ganga vakt, kunnu fáa útgoldið yvirtíð, um teimum verður álagt at arbeiða út um avtalaðu vaktina ella á einum av teimum føstu frídøgunum.
Sí § 20, stk. 3 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðnum og § 23, stk. 3 í sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Les um hvussu vaktararbeiði verður samsýnt her.