Innihaldið í setanarskrivinum
§ 2, stk. 2 í lógini um setanarprógv ásetir eitt minstamark fyri upplýsingum, sum arbeiðsgevarin skal lata. Sáttmálarnir seta eisini krøv til innihaldið í setanarskrivinum, sí ávíkavist § 4, stk 2 í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og § 3, stk. 2 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar.
Samanlagt skal setanarskrivið í minsta lagi hava hesar upplýsingar:
Listin er ein samanskriving av innihaldskrøvunum eftir lógini og sáttmálunum
- Navn og bústaður hjá arbeiðsgevara og starvsfólki
- Arbeiðsstað ella arbeiðsstøð. Um einki fast arbeiðsstað er, ella einki stað er, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, skal upplýsing um, at løntakarin arbeiðir ymsastaðni, og um, hvar høvuðssæti ella bústaður arbeiðsgevarans er.
- Lýsing av arbeiðinum, starvsheitinum, tign, yrki ella slag av arbeiði og setanarøkinum.
- Nær setanin byrjar.
- Hvussu leingi setanin væntandi varir, tá ið talan ikki er um fast starv.
- Rættindi í sambandi við feriu, m.a. um starvsfólkið hevur rætt til frítíð við løn og feriuískoyti.
- Longd á uppsagnarfreist hjá løntakaranum og arbeiðsgevaranum.
- Galdandi ella avtalað løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá ið arbeiðið byrjar, og ískoyti og aðrir lønarpartar, sum ikki eru uppi í hesum, t.d. eftirlønargjald og kostur og innivist. Upplýsing um, hvussu starvið er flokkað eftir sáttmálanum. Eisini skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.
- Starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri
- Vanlig arbeiðstíð um dagin ella um vikuna.
- Hvørjir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur eru galdandi fyri arbeiðsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru.
Er løntakarin limur í Starvsfelagnum, skal felagið eisini hava eintak av setanarskrivinum.