Týdningarmikið er at fráboða arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skjótast gjørligt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, tí fráboðanin skal tryggja, at møgulig ónøktandi arbeiðsviðurskifti verða rættaði og at starvsfólk møguliga fáa endurgjald.
Niðanfyri er ein vegleiðing, har greitt verður frá mannagongdum og viðurskiftum annars við atliti at arbeiðs- og vinnusjúkum.
Henda vegleiðing hevur grundarlag í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, við tilhoyrandi kunngerðum, og løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða.
Arbeiðsskaði
Ein arbeiðsskaði er ein persónsskaði, likamliga ella sálarliga, sum er elvdur av einum tilburði ella eini ávirkan, ið hendir brádliga ella innan fyri 5 dagar.
Tá skaði hendir, skal arbeiðsgevarin skjótast gjørligt, í seinasta lagi 9 yrkadagar aftaná, fráboða skaðan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum:
-
kannar skaðan, hví hann hendi, eftir lógini um arbeiðsumhvøri, og tekur støðu til, um politiið skal fráboðast.
-
fyrireikar málið til Vanlukkutryggingarráðið, sum viðger endurgjaldsspurningin viðvíkjandi skaðanum, eftir lógini um arbeiðsskaðar. Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær í hesum sambandi til vega eitt nú læknaupplýsingar, sum tann skaddi fær leypandi innlit í so hvørt Arbeiðs- og brunaeftirlitið innheintar upplýsingar frá fakpersónum og stovnum.
Um arbeiðsgevarin ikki fráboðar arbeiðsskaðan, skal arbeiðstakarin sjálvur gera tað. Arbeiðsgevarin verður síðani kontaktaður av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Oyðubløð í sambandi við fráboðanina eru at fáa hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ella hjá tryggingarfeløgunum.
Vinnusjúka
Ein vinnusjúka er ein sjúka, sum starvsfólk fær likamliga ella sálarliga, og sum eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum er elvd av serligum árinum av arbeiðinum ella viðurskiftum í sjálvum arbeiðinum yvir eitt ávíst tíðarskeið.
Fráboðan um vinnusjúku skal viðkomandi lækni lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum beinleiðis.
Fyri vinnusjúkur verður 9. daga fráboðanarfreistin roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera komin av arbeiðinum.
Málsgongd
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyrireikar mál at leggja fyri Vanlukkutryggingarráðið. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er umsiting hjá Vanlukkutryggingarráðnum.
Tá støða er tikin til, hvørt talan er um arbeiðsskaða ella vinnusjúku, fær Arbeiðs- og brunaeftirlitið til vega nýggja læknaváttan, sum skal vísa, um støðan hjá tí skadda er so mikið støðug ella varandi, at avgerð kann takast um endurgjald fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri, sambært § 5, stk. 1, nr. 2 og 3, nevnt niðanfyri.
Vanlukkutryggingarráðið skal taka avgerð í málum innan 2 ár. Freistin er lógarásett. Í ávísum førum kann tað verða neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikki er møguligt at halda ásettu freistina.
Vinnusjúkugrunnurin rindar møguligt endurgjald sambært avgerð hjá Vanlukkutryggingarráðnum.
Endurgjaldsupphæddir
Arbeiðstakari, sum hevur verið fyri arbeiðsskaða ella vinnusjúku, kann hava rætt til 3 ymiskar endurgjaldsupphæddir:
-
Endurgjald fyri fíggjarligt tap í sambandi við skaðahendingina (til dømis lønarmissur, oyðiløgd klæði ella tort fyri sjúkradagar).
-
Endurgjald fyri varandi mein (til dømis varandi lyfti- ella fallskaðar í ryggi, beinum og ørmum, sálarlig árin).
-
Endurgjald fyri mist vinnuføri, sum vigar upp ímóti, at tann skaddi vegna arbeiðsskaðan ikki longur kann vinna fulla inntøku (er vinnuførið skert við til dømis 45-50% kann talan vanliga vera umleið 1,5 mió. kr. fyri ein varandi arbeiðsskerjandi skaða, sum nevnt er í nr. 2. Er talan um meira enn 50% skerjing av vinnuføri, verður endurgjaldið ein mánaðarlig upphædd).
Kærumøguleiki
Avgerðir, sum Vanlukkutryggingarráðið tekur, kunnu – við nøkrum avmarkingum – av tí skadda arbeiðstakaranum, avvarðandi, viðkomandi arbeiðsgevara, sjálvstøðugt vinnurekandi, viðkomandi tryggingarfelag, landinum og av Vinnusjúkugrunninum kærast til danska Ankestyrelsen.
Áðrenn Ankestyrelsen viðger eina kæru eftir stk. 1, skal Vanlukkutryggingarráðið taka støðu til, um grundarlag er fyri at geva kæraranum heilt ella partvíst viðhald. Kæran skal tí sendast Vanlukkutryggingarráðnum.
Kann Vanlukkutryggingarráðið ikki geva kæraranum viðhald, verður kæran send víðari til Ankestyrelsen við grundgevingini hjá Vanlukkutryggingarráðnum fyri avgerðini og endurmetingini.
Kærufreistin er 3 mánaðir frá tí degi, tú móttekur avgerðina hjá Vanlukkutryggingarráðnum; ið syrgir fyri, at málsskjølini verða týdd til danskt, og at skjalatilfarið síðani verður sent til Ankestyrelsen.
Onnur viðurskifti við atliti at arbeiðsskaðum
Stuðul til sjúkuútreiðslur
Um arbeiðstakari í sambandi við skaða hevur útreiðslur til sjúkuviðgerð so sum tannviðgerð, fysioterapi, kiropraktorviðgerð ella líknandi, kann arbeiðstakarin søkja Almannaverkið um fíggjarligan stuðul til hesar útreiðslur.
Umsókn um tílíkan fíggjarligan stuðul skal skrivast á oyðublað við heitinum “Umsókn um sjúkuútreiðslur”, sum finst á heimasíðu Almannaverksins www.av.fo undir bjálkanum “Útgjøld og veitingar”.