Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Umhugsar tú at stilla upp til nevndina í Starvsfelagnum?

Tú ert longu ein týdningarmikil partur av felagnum – hví ikki taka næsta stig?

Longu nú ber til at stilla upp til nevndarvalið 2026. Til valið skulu veljast 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir – ávikavist fyri 3 ár og 1 ár. Sum limur veitst tú, hvussu stóran týdning ein sterkur felagskapur hevur. At stilla upp til nevndina gevur tær møguleikan at ávirka arbeiðskor, løn og rættindi hjá útvið 2000 limum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

 

Hví stilla upp?

Nevndin er hjartaslátturin í felagnum, og tú kanst verða við til at mynda hann.

  • Tú fært veruliga ávirkan á framtíðarviðurskiftini hjá limum felagsins

  • Tú mennist bæði fakliga og persónliga

  • Tú hittir sterkar og eldhugaðar fakpersónar

  • Tú fært mánaðarliga samsýning fyri at sita í nevndini

  • Tú fært møguleika at luttaka á altjóða fundum

Tað skal kennast gevandi – ikki krevjandi. Tí hevur Starvsfelagið góðar karmar, ið taka atlit til bæði arbeiði og frítíð.

 

Hvat nú?

Tað einasta tú skalt gera nú, er at vísa, at tú ert áhugað/ur. Tú bindir teg ikki til nakað – vit vilja bara hoyra frá tær. Vit seta okkum í samband við teg og greiða tær nærri frá.

👇 Fyll út frymilin niðanfyri 👇

Melda til

Takk fyri at tú stillar upp til Nevndarvalið 2026. Meira kunning kemur seinni.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send